04.05.2023

Íslandsferð hjá 8. flokki - triði dagur

Í dag vóru vit burturav í Seyðisfirði.

Dagurin byrjaði kl. 8.30 við morgunmati.

Kl. 11.30 fóru vit í skúlan at vitja, har Dánjal og Vibeke tóku ímóti okkum.

Vit blivu beinanvegin boðin til borðs at eta døgurða í kantinuni saman við hinum næmingunum at skúlanum. Í Íslandi fáa allir næmingar heitan mat á middegi.

Eftir døgurðan høvdu vit eina lítla framløgu fyri skúlanum um Kollafjørð og skúlan hjá okkum.

Síðandi fóru øll (bæði okkara næmingar og teir íslendsku) út at luttaka í eini Stjørnurenning, sum tey á skúlanum høvdu fyrireikað. Hetta var ein stuttlig og lærandi Stjørnurenning.

Tá ið hesin parturin var av, fóru vit umborð aftur at lata okkum í ítróttaklæði, tí kl. 16.30 skuldu vit spæla flogbólt í ítróttarhøllini saman við teimum íslensku børnunum.

Flestu okkara spældu við, men nøkur valdu heldur at fara í styrkihølið at venja, meðan onnur fóru at hugna sær á spæliplássinum ella í handilinum.

Eftir hetta var tíð at fara umborð aftur, tí skipið skuldi loysa kl. 19.00. 

Vit søgdu farvæl og takkaðu fyri dagarnar saman. Næmingarnir vóru júst komin at kennast nakað, so tað var eitt sindur sorgblítt hjá teimum longu at skula fara avstað aftur og fleiri ynsktu, at ferðin varð longri.

Komin umborð aftur fingu vit okkum døgurða, og um midnáttarleitið var friður og øll lógu í koyggjuni.